Rabarbukaka við marsipani

Rabarbukaka við marsipani

Lítið av rabarbutíðini er eftir í hesum umfarinum, og tær síðstu rabarburnar verða tiknar upp nú. Tað er tí kanska nakað um tað, at tað er eitt sindur ov seint at leggja hesa uppskriftina á bloggin nú… Men skalt tú baka eina kaku í komandi framtíð, tá veitst tú, hvørja kaku, tú kanst fara í holt við. Tí hendan er so góð 🙂
Hevur tú ongar rabarbur eftir í havanum, legg ikki tí! Tað ber til at nýta frystar rabarbur eisini 🙂

Í Føroyum eru tað sera nógv, sum hava rabarbur í havunum, og tað vanligasta er óiva at gera rabarbusúltutoy og rabarbugreyt. Tað skal tó eingin ivi vera um, at rabarbur hóska seg serstakiliga væl í kakum.

Rabarbukøkan her er ein av mínum yndiskakum, og uppskriftina fáa tit her:

Tilfar:
3 egg
200 g sukur
140 g marsipan
175 g smør
250 g mjøl
2 tsk bakipulvur
2 tsk vaniljusukur
600 g rabarbur

Mannagongd:
Set ovnin á 180 stig. Smelta smør við lágum hita.
Píska egg og sukur til tað er væl blanda saman og er vorðið eitt sindur luftigt.
Rív marsipanið í og rør væl. Lat síðani smørið í og rør væl.
Blanda mjøl, vaniljusukur og bakipulvur og lat í.
Rør til alt er blanda saman. Rør endiliga ikki ov nógv her.
Rør til síðst rabarburnar saman við deigginum, og koyr
deiggið í ein rundan umleið 26 cm tertuform.
Set kakuna mitt í ovnin og lat hana baka í umleið 1 tíma og 10 min.

Vælgagnist 🙂

Rabarbukaka við marsipani

Rabarbumuffins við marsipani

Rabarbumuffins við marsipani

Tað er eingin ivi um, at tað er nógv sum veksur væl í Føroyum. Um tú líka gert tað minsta burturúr, so fært tú m.a. ribs- og stikkulsberjarunnar, jarðber, allar møguligar urtir og ikki minst rabarbur at vaksa her. Hvat er tað ikki gott at hava ymiskt frískt veksandi í havanum, sum tú bara kanst taka, tá tú hevur tørv á tí? Tað er einki minni enn fantastiskt.

Heima hjá okkum hava vit havt rabarbur í fleiri ár, og tað riggar sera væl. Fyri tað mesta verða tær nýttar til rabarbusúltutoy, men tær verða sjálvandi eisini nýttar til kakur.

Hesar rabarbukøkurnar hava marsipan í, og tað riggar sera væl til tær súrsøtu rabarburnar. Men um tú vilt gera køkuna enn betri, kanst tú lata hækkaðar mandlur og appilsinsaft ella appilsinskal í deiggið. *Minst til at appilsinin skal vera vistfrøðilig, um tú nýtir skalið.

Tilfar til 12 muffur:
50 g smør
120 g sukur
1 egg
270 g mjøl
2 tsk bakipulvur
1½ tsk vaniljusukur
Eitt dism av salti
2½ dl av mjólk
Umleið 200 g frískar ella frystar rabarbur (skornar í bitar – 1½ cm)
Møguliga nakað av perlusukuri

Mannagongd:
Set ovnin á 200 stig. Píska sukur og smør so tað verður luftigt. Lat eggið í og píska væl.
Rív marsipani í, og rør til tað er deilt javnt.
Sýla mjøl, bakipulvur, vaniljusukur og salt í og lat mjólkina í.
Rør til alt er blanda væl saman og eftir tað er klárt at koyra deiggið í muffinsformar.
Eftir deiggið er koyrt í formar, verða rabarburbitarnir lagdir á deiggið.
(Tú kanst eisini røra rabarburnar í deiggið)
Stroy eitt sindur av perlusukuri á og set tær síðan í ovnin at baka í 15-20 min.

Vælgagnist 🙂