Kaka til prógvveitslu

Juni mánaður er ein fantastiskur mánaður. Sólin er sera nógv frammi, dagarnir eru langir og góð tiltøk eru á skránni. Summarið er av álvara komið, og í juni mánaða fáa vit eisini summarferiu!
Juni mánaður var eisini sera góður í ár, tí fleiri góð vinfólk fingu húgvuna og blivu liðug í studentaskúla ella handilsskúla.

Eg gjørdi kaku til eina vinkonu, og her er úrslitið:

13517905_10207465929790844_325404949_o (1)

Í kakuni eru tríggir ljósir lagkakubotnar, hindberja- og sjokulátakrem við m.a. daim í.
Kakan bleiv smurd við eitt sindur av smørkremi og alt pynt er gjørt úr fondanti.

 

13499514_10207464005182730_883193678_o

Blómurnar gjørdi eg dagin áðrenn. Tá er alt ikki so rokaligt, tá kakan skal leggjast saman, og harafturat tornar pyntið áðrenn. Um blómurnar skulu halda formin, tá má pyntið torna og blíva hatt.

Mín góða vinkona bleiv gift

Brúdleypskaka

8. august 2015 bleiv mín góða vinkona Mirjam og hennara Aksel gift 🙂
Tey høvdu eina flotta vígslu í Ebenezer, og eftir eina hugnaliga móttøku í Ebenezer, varð brúdleyp hildið saman við nærmastu familju um kvøldið. Dagin eftir møttust fleiri vinfólk hjá bæði Aksel og Mirjam, og til høvið gjørdi eg eina lagkøku:-)

Í lagkøkuni eru tríggir ljósir lagkøkubotnar, hindberja- og daimkrem. Kakan er smurd við smørkremi og omaná er marsipan. Teksturin er skrivaður við smeltaðari sjokulátu, og rósurnar og bløðini eru úr marsipani.

Her síggjast marsipanrósurnar og -bløðini betur

Marsipanrósur

Rabarbukaka við marsipani

Rabarbukaka við marsipani

Lítið av rabarbutíðini er eftir í hesum umfarinum, og tær síðstu rabarburnar verða tiknar upp nú. Tað er tí kanska nakað um tað, at tað er eitt sindur ov seint at leggja hesa uppskriftina á bloggin nú… Men skalt tú baka eina kaku í komandi framtíð, tá veitst tú, hvørja kaku, tú kanst fara í holt við. Tí hendan er so góð 🙂
Hevur tú ongar rabarbur eftir í havanum, legg ikki tí! Tað ber til at nýta frystar rabarbur eisini 🙂

Í Føroyum eru tað sera nógv, sum hava rabarbur í havunum, og tað vanligasta er óiva at gera rabarbusúltutoy og rabarbugreyt. Tað skal tó eingin ivi vera um, at rabarbur hóska seg serstakiliga væl í kakum.

Rabarbukøkan her er ein av mínum yndiskakum, og uppskriftina fáa tit her:

Tilfar:
3 egg
200 g sukur
140 g marsipan
175 g smør
250 g mjøl
2 tsk bakipulvur
2 tsk vaniljusukur
600 g rabarbur

Mannagongd:
Set ovnin á 180 stig. Smelta smør við lágum hita.
Píska egg og sukur til tað er væl blanda saman og er vorðið eitt sindur luftigt.
Rív marsipanið í og rør væl. Lat síðani smørið í og rør væl.
Blanda mjøl, vaniljusukur og bakipulvur og lat í.
Rør til alt er blanda saman. Rør endiliga ikki ov nógv her.
Rør til síðst rabarburnar saman við deigginum, og koyr
deiggið í ein rundan umleið 26 cm tertuform.
Set kakuna mitt í ovnin og lat hana baka í umleið 1 tíma og 10 min.

Vælgagnist 🙂

Rabarbukaka við marsipani

Kokus og mandlu konfekt við sjokulátu

Nú er tað síðsta vika áðrenn jólaferiuna, og tað merkir, at høvuðsuppgávan í student verður skrivað nú. Onkur vildi tí kanska sagt, at tað ikki er akkurát tann besta tíðin at gera konfekt, men men… eg kann altso ikki lata vera!
Konfektini eru rímiliga løtt at gera, tað er bert neyðugt at seta tíð av – og tey vóru alla tíðina frá høvuðsuppgávuni verd 😉 Tey eru sera góð.


Uppskrift til umleið 12 konfektkúlur – alt eftir støddini á konfektunum

10 frískar dadlur
4 spsk smeltað kokusolja
1½ tsk vaniljusukur
1½ tsk kakaopulvur
70 g mandlumjøl
20 g kokusmjøl
Umleið 2 spsk heitt vatn
100 g mandlur
80-100 g 70% sjokuláta

Mannagongd:

Gera deiggið:
Koyr steinarnar úr dadlunum, og lat dadlurnar, smeltaða kokusolju, vaniljusukur, kakaopulvur, mandlumjøl og kokusmjøl í eina hvirlu og rør alt væl saman. Lat síðan eitt sindur av vatni í. Royn teg bara fram, og lat ikki meir í, tá tú heldur, at deiggið er passaliga tjúkt. Forma kúlur til passaliga stødd og koyr í køliskápið aftaná.

“Brenna” mandlurnar:
Koyr 100 g av mandlum í eina grýtu, og “brenn” mandlurnar í 10-15 min. Hetta er ikki neyðugt, men mandlusmakkurin gerst sterkari, og mandlurnar fáa ein sera góðan smakk. Hakka síðan mandlurnar fínt við einum knívi – ella koyr tær í eina hvirlu.

Temperering sjokulátu:
Hakka 80-100 g av sjokulátu fínt og smelta 2/3 yvir vatnbað. Tá sjokulátan er smeltað, tekur tú skálina av vatnbaðnum og letur síðsta part av sjokulátuni í. Rør til sjokulátan er smeltað og síðan er klárt at koyra dippa konfektkúlurnar í sjokulátuna. Eg koyrdi kúlurnar á ein gaffil og nýtti síðan eina skeið til at koyra sjokulátuna omanyvir. Síðan drússaði eg hakkaðu mandlurnar á smeltaðu sjokulátuna.
Legg konfektkúlurnar á bakarovnpappír, soleiðis at sjokulátan storknar eitt sindur.
Tá allar konfektkúlurnar eru lidnar, er best at koyra tær í køliskápið.

Vælgagnist

Føðingardagskakur til Bjørg

Gávu kaka  Føðingardags kaka

Ein so sera góð vinkona hjá mær helt stóran føðingardag fyri stuttari tíð síðan, og eg var so heldig, at eg slapp at gera tvær lagkakur til føðingardagin 🙂

Báðar køkurnar eru pyntaðar við heimagjørdum hvítum fondanti og keyptum farvaðum fondanti.
Figururin á høgru mynd er teknaður við einum pensli og eini blanding av reyðari gelliting og vatni.
Í køkunum eru tríggir ljósir lagkøkubotnar, hindberjakrem og tobleronekrem.

Shopping í Wales

Shopping í Wales

Fyrst í august var eg á konsertferð við Føroya Klarinettorkestur í Wales og Onglandi. Vit vandu nógv, koyrdu nógv í bussi, og so spældu vit ikki minst nógvar konsertir, og tað var tí ikki nógv tíð til at shoppa. Okkurt fekk eg tó keypt 😉

Kókibók

Á einum busstúri upp á 6-7 tímar frá Wales til Cambridge møtir tú óteljandi handlum. Vit steðgaðu á hjá nøkrum av teimum, og har fann eg so hesa bókina. Gleði meg at royna sjokulátakakuna, sum er á forsíðuni, men eisini lagkøkurnar og ikki minst uppskriftina upp á brownie!

Pynta kakurPynta kakurIMG_1844

Her eru trý ting, sum eg virkuliga eri glað fyri. Heilt til vinstru síggja vit eina sera stóra tyl við nógvum hakkum. Saman við øðrum stórum tyllum við færri hakkum er hendan er super at hava. Serliga tá tú skalt sproyta glasur á cupcakes.
Á hinum báðum myndunum blómu “udstikkere”, sum tað eitur á góðum føroyskum. Í pakkanum vóru tríggir í ymiskari stødd, og blómurnar verða óiva at síggja á komandi lagkøkum.

Pynta kakur

Eg brúki vanliga marsipan og smørkrem at pynta kakurnar við, men marsipan sær oftani turt út, og tað er skjótt, at koma skurslur í marsipanið. – Serliga tá tú skalt gera rósur, bókstavar ella figurar, og tá er tað lættari at nýta fondant.
Eg skal tó viðmerkja, at smakkurin á keyptum fondanti er ikki líka góður sum á heimagjørdum fondanti ella marsipani, og eg ætli tí bara at brúka fondantin sum pynt og ikki til at leggja omanyvir alla kakuna.

Føðingardagskaka til mammu

Føðingardagslagkaka

Mín góða raska mamma hevði føðingardag fyri nøkrum døgum síðani, og eg vildi tí fegin gera eina lagkøku til hana.
Lagkøkan er sett saman av trimum ljósum lagkøkubotnum og mars- og jarðberjafyllu. Kakan er síðan smurd við smørkremi, og skumfidusafondantur er omaná. Uppskriftina til fondant, finnur tú á her.

Lagkakubotnarnir eru teir somu sum altíð. Uppskiftin sæst her.

Til pynt litaði eg nakað av smørkreminum, sum var eftir, og skrivaði á kakuna. Eg brúkti eisini sama smørkrem at gera prikkarnar rundan um kakuna. Restin av fondantinum bleiv litað, og síðan rullað út og gjørt til blomstur.

Rabarbumuffins við marsipani

Rabarbumuffins við marsipani

Tað er eingin ivi um, at tað er nógv sum veksur væl í Føroyum. Um tú líka gert tað minsta burturúr, so fært tú m.a. ribs- og stikkulsberjarunnar, jarðber, allar møguligar urtir og ikki minst rabarbur at vaksa her. Hvat er tað ikki gott at hava ymiskt frískt veksandi í havanum, sum tú bara kanst taka, tá tú hevur tørv á tí? Tað er einki minni enn fantastiskt.

Heima hjá okkum hava vit havt rabarbur í fleiri ár, og tað riggar sera væl. Fyri tað mesta verða tær nýttar til rabarbusúltutoy, men tær verða sjálvandi eisini nýttar til kakur.

Hesar rabarbukøkurnar hava marsipan í, og tað riggar sera væl til tær súrsøtu rabarburnar. Men um tú vilt gera køkuna enn betri, kanst tú lata hækkaðar mandlur og appilsinsaft ella appilsinskal í deiggið. *Minst til at appilsinin skal vera vistfrøðilig, um tú nýtir skalið.

Tilfar til 12 muffur:
50 g smør
120 g sukur
1 egg
270 g mjøl
2 tsk bakipulvur
1½ tsk vaniljusukur
Eitt dism av salti
2½ dl av mjólk
Umleið 200 g frískar ella frystar rabarbur (skornar í bitar – 1½ cm)
Møguliga nakað av perlusukuri

Mannagongd:
Set ovnin á 200 stig. Píska sukur og smør so tað verður luftigt. Lat eggið í og píska væl.
Rív marsipani í, og rør til tað er deilt javnt.
Sýla mjøl, bakipulvur, vaniljusukur og salt í og lat mjólkina í.
Rør til alt er blanda væl saman og eftir tað er klárt at koyra deiggið í muffinsformar.
Eftir deiggið er koyrt í formar, verða rabarburbitarnir lagdir á deiggið.
(Tú kanst eisini røra rabarburnar í deiggið)
Stroy eitt sindur av perlusukuri á og set tær síðan í ovnin at baka í 15-20 min.

Vælgagnist 🙂

18 ára føðingardagslagkaka

Image

Hóskvøldið fylti eg 18 ár, og tí var tað upplagt, at eg fór at gera eina lagkøku 🙂

Í lagkøkuni eru 3 ljósir botnar, hindberjakrem og daimkrem. Kakan bleiv smurd við rómaostglasurið, marsipan varð lagt á køkuna og róma sproytað á síðurnar.

Her er uppskriftin upp á “marsipanið”:
200 g marsipan
200 g flormelis
umleið 60 g glykosesiropp
Hetta var nokk av marsipanið til eina umleið 35×30 kaku + nógv blomstur (meir enn tey, sum eru á kakuni)

Glukosesiroppurin ger so, at marsipanið verður meir elastiskt og nógv lættari at arbeiða við 🙂
Til blómurnar brúkti eg sama marsipanið og blandaði eitt sindur av reyðari fruktfarvu uppí.

Hugskot:
Um tú vilt hava eitt ordiliga hvítt marsipan, tá kanst tú blanda eitt lítið sindur (alt eftir nøgdina av hinum tilfarinum) av mjólk í marcipanið.

Image

Her sæst so fyllingin og botnarnir 🙂